Ítróttur

TB vann eftir at hava verið aftanfyri 2-0 á Fleyr - myndir

...

2015-01-17 21:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

TB og Fleyr hava í dag spælt semifinalu í steypakappingini í flogbólti, dysturin gjørdis at 5-settari, har TB at enda dró tann longra tráðin.

Les eisini: Patrik: Vit skuldu spæla meira uppá Gudrid.

Tað var tó Fleyr, sum kom betri frá byrjan, tær vunnu bæði 1. og 2. sett. 1. sett vunnu tær 25-20 og 2. sett vunnu tær 25-16. Tá kundi tað væntast, at tær eisini fóru at vinna 3. sett, men tað vildu damurnar hjá TB ørvísi, eftir eina heldur ringa byrjan uppá dystin, fingu tær gongd á sítt spæl í 3. setti. TB vann 3. sett 25-18, og høvdu tá fingið orduliga gongd í teirra spæl, TB vann 4. sett 25-11.

Dysturin skuldu so avgerðast við 5-settara, TB byrjaði betri uppá 5. sett, men tær sloppu ikki at føra leingi, tí longu bóltin eftir javnaði Fleyr til støðuna 1-1. Fleyr komu eisini uppá 5-2, tá byrjaði TB liðið aftur at vinna bóltar, og komu uppá 6-7, - eftir at støðan var 11-11, dró so TB frá aftur og vann dystin 15-11.

Les eisini: Katrin: Vit fingu broytt okkara spæl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder