Ítróttur

Hálvfinalur: Fleyr skal hava gull í ár

...

2017-02-10 23:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Venjarin hjá Fleyr, sum er langt fremst í landskappingini, dylir ikki fyri, at málið hjá høvuðstaðarfelagnum í ár er at vinna gull. Og tað kann líka so væl vera í steypakappingini eisini. Venjarin hjá Ternuni heldur tó, at tað ber til at berja mótstøðuliðið niður

- Nú haldi eg at tíðin aftur er komin til at Fleyr skal vinna gull. Vit liggja væl fyri í landskappingini, men vit fara í øllum førum at royna at geva okkum sjálvum møguleikan at vinna gull í steypakappingini, og so kunnu vit síggja um hitt eisini ber til.

Tað sigur Kristian Mikkelsen, venjari hjá mansliðnum hjá Fleyr, sum í morgin spælir hálvfinalu í steypakappingini í flogbólti í høllini á Hálsi.

Mótstøðuliðið er Ternan, og hóast toftamenn hava havt rímiligt tak á Fleyr í ár, so hevur suverena oddaliðið úr Havn kortini vunnið allar dystirnar í landskappingini í ár. Ternan vann dystin í FK-kappingini, og tí vil Kristian Mikkelsen ikki siga, at dysturin í morgin verður ein lættur dystur.

Kristian Mikkelsen: Tveir hjá Ternuni skara frámúr

- Ternan hevur eitt gott lið, har serliga tveir leikarar skara framúr. Teir hava gjørt tað trupult fyri okkum, ikki bara í FK-kappingini, tí í fyrsta dystinum í landskappingini var tað um reppið, at vit taptu. Men vit fótaðu okkum og vunnu, tá avtornaði, sigur Kristian Mikkelsen.

Málið hjá honum í morgin er at vinna, og hann hevur rættiliga góðar vónir. Tí liðið hjá honum er væl fyri. Bæði tá tað kemur til kropsligu støðuna og tá tað kemur til leikaratilfar.

- Vit hava 14 leikarar at taka av, so á tann hátt eru vit væl fyri. Gamaní mangla vit onkran av teimum allarbestu, sum er úti langtíðarskaddur, men har eru aðrir sum taka við, sigur Kristian Mikkelsen.

Støðan í landskappingini, har Fleyr er níggju stig fremst, hevur gjørt tað møguligt hjá liðnum at venja tunga kropsliga venjing allan januar mánað, og tað metir venjarin vera ein greiðan fyrimun. Sum kann koma væl við seinni í ár.

- Nú eru vit so væl fyri kropsliga sum vit kunnu vera, og vónandi sæst tað aftur í morgin, sigur Kristian Mikkelsen.

Bárður Jacobsen: Vit hava lykilin

Heilt so góðar umstøður hevur Bárður Jacobsen, venjari hjá Ternuni, ikki havt. Hansar lið liggur á fjórða plássi, og hóast onkur bakkøst, hevur hann góðar vónir.

- Málið hjá okkum er í øllum førum at fara eftir finaluplássinum, og mínar royndir við Fleyr eru, at tað ber til at pilka teir niður. Tað fara vit at royna at gera, og eydnast tað, so er als ikki óhugsandi at tað ber til hjá okkum at vinna, sigur hann.

Sum nevnt hevur Bárður Jacobsen havt onkrar trupulleikar við venjingunum, tí á Toftum eru leikarar, sum spæla fótbólt afturat flogbóltinum.

- Tað mugu vit tíverri taka við, men tað slepst ikki undan at tað skerjir hópin hjá okkum. Men nú halda vit so fram tað sum er eftir av hesum árinum við tí tilfari vit hava, og so má tað røkka ella støkka, sigur venjarin hjá Ternuni.

Hann er venjari fyri einum hópi, sum ikki hevur tær drúgvu royndirnar, men tær hevur hann hinvegin sjálvur. Saman við Trygva Hansen, sum m.a. hevur spælt saman við Bárði Jacobsen í ÍF ??? og vunnið steypafinaluna.

Tað er meira enn Fleyr-leikararnir hava gjørt. Og hvør veit; kanska kann tað vera við til at ávirka úrslitið í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder