Vinna

Hálv milliard minni upp á olju eftir trimum árum

...

2016-02-22 13:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Virðið av innflutninginum tilsamans í 2015 var eitt sindur størri enn árið fyri. Vit innfluttu fyri beint oman fyri 6 mia. kr. í fjør og beint niðan fyri 6 mia. kr. í 2014.

Tað er vøkstur í flestu vørubólkum. Innflutningurin av tilfari til hav- og landbúnað og fiskavirking vaks nógv, ávikavist 19 og 26%. Innflutningurin av tilfari til byggivinnu og aðra vinnu stóð mest sum í stað, meðan minking var í innflutninginum av maskinum og amboðum. Stórur vøkstur var eisini í bila- og skipainnflutninginum.

Størstu minking, tá vit rokna innflutningin í krónum, finna vit í bólkinum fyri brennievni. Tað er lækkandi oljuprísurin, sum er høvuðsorsøkin til tað.

Innflutningurin av brennievni hevur seinastu nógvu árini ligið á sama støði í nøgd. Smá sveiggj eru, men í 2015 er nøgdin áleið 6% hægri enn tíggju ár frammanundan. 

Til samanberingar er virðið av innfluttu oljuni umleið 10% hægri í 2015 enn fyri tíggju árum frammanundan. Men í virðinum hava verið stór sveiggj seinastu árini.

Árini frá 2005 til 2008 vaks oljuinnflutningurin í virði. So var eitt stórt fall í 2009. Men síðan vaks virðið aftur í stórum fram til 2012, tá tað var í hæddini. Tað árið innfluttu vit brennievni fyri 1,3 mia.kr.

Síðani 2012 er prísurin á oljuni lækkaður nógv, og í fjør innfluttu vit brennievni fyri umleið 800 mió. kr. Sostatt brúka vit bert eftir trimum árum hálva mia. kr. minni uppá brennievni. Hetta er ein minking á næstan 40%. Tað er serliga hetta seinasta árið, at prísurin er lækkaður nógv, og í fjør brúktu vit 350 mió. kr. minni uppá olju enn í 2014.

Innflutningurin er dagførdur og útgreinaður í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder