Politikkur

Halt blankan kjaft Rósa!

...

2015-01-21 21:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Má siga, at mítt suðroyarblóð kom í kók, tá ið eg sá hasa hyklerisku framferðina hjá Rósu Samuelsen í sjónvarpskjakinum týskvøldið.

At síggja hvussu hon royndi at bjarga sínum egna skinni, við at leggja ábyrgdina yvir á Karsten Hansen, var andstyggiligt.

Sannleikin er, at ábyrgdin fyri øllum trupulleikunum á Landssjúkrahúsinum liggur hjá Rósu Samuelsen sjálvari.

Alt botnar í, at Landssjúkrahúsið hevur havt mestsum ongan vøkstur á fíggjarætlanini í fleiri ár, og hvør hevur ábyrgdina av hesum? Rósa Samuelsen!

Hon hevur millum annað syrgt fyri, at Landssjúkrahúsið skal spara útvið 30 milliónir krónur!! tey næstu tvey árini.

Karsten Hansen bønaði og bað um, at játtaðar vórðu 4 milliónir krónur eyka til raksturin í ár, tí hann sá, at játtanin fór ikki at halda, um aktivitetsstøðið skuldi vera tað sama; men hann fekk blankt nei frá Rósu Samuelsen!

Eitt nýmótans sjúkrahús sum Landssjúkrahúsið má hava økta játtan hvørt ár, tí menningin á medisinska økinum er nú einaferð kostnaðarmikil ??? so har má man velja.

Vil man, sum Rósa, gera umstøðurnar hjá røntgendeildini so vánaligar, at teir verða noyddir at seta so ópopuler tiltøk sum mammografileiðreglurnar í verk, ja so biður ein um trupulleikar, men tað er ikki Karsten Hansen sum hevur skuldina í hesum, men harafturímóti Rósa Samuelsen!

Tú skal veljast aftur skilji eg, men brúka ikki vanlukkuligar lagnur sum lopfjøl!

Signar P. Dam kommunulækni

Tvøroyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder