Ítróttur

Hallur: Vit kunnu náa langt í 1. division

...

2015-09-11 02:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hallur Hansson heldur, at Vendsyssel hevur eitt gott lið, sum kann náa langt í 1. division.

Í gjár reyk Vendsyssel úr donsku steypakappingini, tá teir taptu 2-0 móti Aab. Tapið ger, at  Vendsyssel kann halda fult fokus í 1. division, sambært bold.dk, so hevur Vendsyssel eitt lið, ið kann dystast við um tey trý uppflytingarplássini, sum geva atgongd til Superligina.

- Eg haldi, at vit vístu, at vit saktans kunnu spæla upp móti AaB. Vit fingu ikki bestu byrjana, har teir fingu eitt keðuligt mál, men vit reistust aftur, og fingu skapt nakrar møguleikar. Eg haldi, at vit hava eitt sera gott lið, sum kann náa langt í 1. division, sigur Hallur Hansson við Nordjykse.

Vendsyssel er í løtuni nummar trý í 1. division við 13 stigum eftir seks dystir. Sunnudagin skulu teir aftur í eldin, tá teir skulu møta FC Helsingør á útivølli.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder