Vit hava fingið Hall Danielsen, at meta um báðar finalurnar í Coca-Cola steypakappingini hjá teimum vaksnu, sum verða leiktar í dag. Les um mansdinaluna niðanfyri, og kvinnufinaluna og samrøður við ein leikara frá hvørjum liðið her.
VÍF er greiður favorittur, men Neistin hevur fyrr í ár í landskappingardysti vunnið stórt móti VÍF í Havn. Tá var Heini Hanusarson ikki við, og tað merktist serliga í verjuni.
Málverjarnir koma at hava nógv at siga. Talan er kanska um tveir teir bestu málverjarnar í landinum.
Um Neistin skal hava nakran kjans, so skulu teir frá byrjan fáa verjuna at fungera. Teir fara ivaleyst at verja defensivt frá byrjan, men ein neyðloysn kann verða at mansverja Filip.
Um VÍF fær ferð á sítt spæl og allir spæla upp til sítt besta, verður munurin stórur millum liðini.
Eg vænti at VÍF kemur á odda tíðliga í dystinum og heldur leiðsluna og vinnur 30-25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald