Ítróttur

Hallur væntar at VB og Neistin møtast í finaluni

...

2015-01-29 18:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld verða tvær semifinalur í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum. JN.fo hevur fingið Hall Danielsen at meta um dysturnar. 

Les eisini, at JN.fo hevur beinleiðis tekstafrásøgn úr Vestmanna.

VÍF ??? Neistin, klokkan 19:30.

Kvinnurnar hjá VÍF og Neistanum spæla fyri møguleikanum at fylgja monnunum í feløgunum í steypafinaluna 7. februar.

Í fyrru hálvfinaluni á Hálsi í Havn hevði Neistin møguleikan nærum at avgerða alt, tá tær komu á odda heili 7 ??? 0. Neistin var eisini greitt omaná størsta partin av dystinum, og eiga at iðra seg um at sigurin bert bleiv eitt mál 28 ??? 27.

VÍF tyktist ikki veruliga at hanga saman í byrjanini, men so við og við ótu tær seg inn í dystin, og hóast tað leingi sá út til, at tað ikki veruliga skuldi eyðnast teimum at fáa fatur á Neistanum, so eyðnaðist tað nærum at enda.

Dysturin í kvøld í Vestmanna verður helst javnur og spennandi. Torført er at meta um úrslitið, men skal eg gita, so endar dysturin við javnleiki 26-26 og harvið verður Neistin í finaluni hjá bæði kvinnum og monnum.

VB ??? Kyndil, klokkan 20:00.

Alt sum kann krúpa og ganga fer í kvøld vestur á Eiði til hondbólt. Sjálvdan hevur so nógv rok verið undan einum kvinnudysti, sum undan seinnu hálvfinaluni í Coca Cola kappingini hjá kvinnum millum VB og Kyndil. Hetta eru bygdirnar móti Havnini, suðringar móti norðingum.

Dysturin, sum var ásettur at verða mikukvøldið, fluttur til fríggjakvøldið, verður ístaðin, eftir drúgvar samráðingar, í kvøld. Vágshøll verður á tremur við mælskum suðringum og nøkrum fáum treystum kyndlaáskoðarum, sum ivaleyst fara at geva okkum støður á áskoðaraplássunum, sum mest minna um tað vit vanliga síggja á Balkan og harumleiðir.

Fyrri dysturin í Havn endaði við einum lítlum sigri til Kyndil 20-19, men tað verður trupult hjá Kyndli í Vági í kvøld. Fyrst er tað ferðin suður, so larmurin í høllini og ikki minst alt rokið undan dystinum. Vit skulu minnast til, at Kyndlaleikararnir eru rættiliga ungar, í miðal um 21 ár, meðan VB liðið, sum eisini hevur fleiri ungar leikarar, hóast alt hevur ein miðalaldurin á uml. 24 ár.

Eg vænti at VB vinnur 24 ??? 20.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder