Hallur Danielsen hevur gjørt metingar um miðvikudystirnar í Coca Cola steypakappingini hjá monnum og kvinnum og hvussu steypakappingin annars fer at ganga.
Kvinnur
VÍF ??? Stjørnan, mikukvøldið 14/1
Eg vænti at VÍF vinnur hendan dystin. Stjørnan hevur styrkt seg ment seg, men enn er munurin upp til fýra tey fremstu liðini ov stórur. VÍF vinnur ein rímuliga greiðan sigur og ætlar sær ivaleyst í hálvfinaluna í steypakappingin.
StÍF ??? Neistin, hóskvøldið 15/1
Tann mest spennandi dysturin í hesum umfarinum. Neistin leikti javnt móti VB í vikuskiftinum og skulu hava stig móti StÍF til tess at koma í hálvfinaluna í steypakappingini. Á heimavølli vita vit, at StÍF kann arga fremru liðini, men eg vænti tó at Neistin vinnur við eini 5-6 málum.
Søljan ??? Kyndil, hóskvøldið 15/1
Kyndil byrjaði væl, við einum greiðum heimasigri á Stjørnuni og Søljan ger heldur onki við Kyndil, sum við sigrinum spælir seg í hálvfinalurnar.
Menn
KÍF ??? H71 2, týskvøldið 13/1
Hetta er ein dystur, sum KÍF eigur at vinna og tað vænti eg eisini at teir gera. H71 fylgir kanska við nakað út í seinna hálvleik, men so fer KÍF frá og vinnur at enda greitt.
VÍF ??? Neistin, mikukvøldið 14/1
Seinast hesi bæði liðini møttust, var í Havn í landskappingini. Sera óvæntað vann Neistin greitt móti einum tannleysum VÍF liðið. Eg vænti ikki at vit fáa eina endurtøku, tí eg vænti at VÍF vinnur, men sannlíkt er, at dysturin verður spennandi og javnur. Tað liðið, sum vinnur hevur eisini sera góð kort á hondini í strembanini at vinna sær eitt hálvfinalupláss
Team Klaksvík ??? Kyndil, mikukvøldið 14/1
Tað hevur ikki gingið væl hjá Team Klaksvík higartil í ár og eg vænti heldur ikki at steypakappingin broytir tað. Kyndil ætlar sær ivaleyst í hálvfinaluna og vinnur hendan dystin greitt.
H71 ??? StÍF, mikukvøldið 14/1
Tað liðið, sum vinnur í Hoyvík hevur góðar møguleikar at spæla seg víðari í steypakappingini. Eg vænti ein toluliga javnan dyst, sum H71 tó vinnur
Samanumtikið
Hjá kvinnunum ivist eg ikki í, at fýra tey fremstu liðini í landskappingini Neistin, Kyndil, VÍF og VB eisini koma í hálvfinalurnar. Kyndil og Neistin møtast og VB og VÍF.
Kyndil og VB koma í finaluna, sum Kyndil vinnur.
Hjá monnunum er javnari, men eg vænti at VÍF, KÍF, Kyndil og H71 koma í hálvfinaluna. VÍF møtir H71 og Kyndil møtir KÍF.
Finalan verður ein góður gamal klassikari millum VÍF og Kyndil, sum VÍF vinnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald