Vit hava fingið Hall Danielsen, at meta um báðar finalurnar í Coca-Cola steypakappingini hjá teimum vaksnu, sum verða leiktar í dag. Les um kvinnufinaluna niðanfyri, og mansfinaluna og samrøður við ein leikara frá hvørjum liðið her.
??ivað ein sera tættur dystur. Hesi bæði liðini eru kend fyri at spæla góðan hondbólt, men vænti tó, at finalan verður merkt av ???fight??? heldur enn av poleraðum spæli, tí kenslurnar sita uttan iva sera uttarliga. Tað hevur jú, sum øll vita, verið nógv rok av tí neiliga slagnum um hesi liðini seinastu dagarnar.
Neistakvinnur verða óivað sera tendraðar, tí upptaktin hevur verið so rokalig áðrenn dystin. Spurningurin er so, um tær duga at brúka tað til sín fyrimun og ikki leypa framav. Neistakvinnurnar vita, at tær kunnu vinna, tí tað prógvaðu tær í landskappingardysti fyri viku síðan. Hesi stigini misti Neistin tó, tí tær nýttu ólógligan leikara. So Neistin hevur nakað at hevna.
Kyndlakvinnurnar hava eisini víst, at tær kunnu klára seg hóast nógv rok. Tað sóu vit í Vági. Grundleggjandi eru tær bara ungar, raskar og dugnaligir hondbóltsspælarar, ið óivað høvdu viljað verið rokið fyriuttan. Men á einum finaludegi verða tær ivaleyst klárar. Serliga tá mótstøðuliðið er grannarnir.
Tað verða fá mál í hesum dysti. Skal eg gita verður úrslitið 23-22 til Neistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald