Ítróttur

Hallur gleðir seg sum ein smádrongur

...

2017-10-05 13:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


VIDEO: Seinnapartin mikudagin vandi A-landsliðið við monnum í Klaksvík. Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Hallur Hansson.


Leygardagin klokkan 17:00 spælir føroyska A-landsliðið seinasta heimadystin í undankappingini til HM 2018. Mótstøðuliðið hesaferð er Lettland, sum Føroyar fyri einum ári síðani vunnu 2-0 ímóti.

 

Fyrireikingarnar hjá landsliðnum hava gingið væl, og sum heild eru allir spælararnir væl fyri til uppgávuna ímóti lettum. Seinnapartin mikudagin vandi landsliðið á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, og aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Hallur Hansson, sum skrivaði nógvar autografar.

 

- Tað er ikki oftani eg eri í Klaksvík, so hetta er super, at vit fara her norð at venja. Eg havi eisini verið í somu støðu sum hesi børnini, tá eg droymdi um at koma á landsliðið, so hetta er ordiliga ???feitt???, sigur stríðsmaðurin á føroyska miðvøllinum.

 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder