2015-08-28 16:37
Vaga.fo skrivar: Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur sett Halldis Joensen í starv sum leiðari fyri Heimatænastuna frá 1. oktober 2015.
Halldis tók prógv sum heilsurøktari í 1996. Síðan hevur hon tikið fleiri viðkomandi útbúgvingar m.a. diplom í leiðslu.Hon hevur verið leiðari á heiminum í Vallalíð í Tórshavn seinastu 10 árini. Hon er kend fyri síni góðu leiðaraevnir og fyri at fáa bæði starvsfólk og búfólk at trívast.
Halldis var vald sum ársins almenni leiðari í 2013.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald