Ítróttur

Halgir: Álopsspælið hjá okkum var ein stórur trupuleiki

...

2015-12-17 18:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin í Hoyvík í gjár, sum StÍF vann á H71, fingu vit orðið á venjaran hjá H71, Halgir Dahl Olesen.

Sí myndir frá dystinum her.

Hvat var tað, sum gjørdi at tit taptu dystin?

-Fyrri hálvleikur var sera ókonsentreraður, og vit vóru ikki klárir tá dysturin byrjaði, og so varð álopsspælið hjá okkum ígjøgnum allan dystin sera vánaligt.

StÍF tók ferðina av dystinum, gjørdi tað at tykkara spælarar ikki eru so heitir, sum teir plaga.

-Nei, tað haldi eg ikki. Tað varð okkara innstillingur, sum var galin, tá vit komu til dyst. Vit koyra ikki á, tá dysturin byrjar. Álopsspælið hjá okkum ein stórur trupuleiki. Vit finna ikki neyðugu loysnirnar, og vit fingu ikki gongd á bóltin, og tað var tað sum gjørdi, at vit taptu.

Hvussu fer H71 at arbeiða víðari nú?

-Vit vistu at hesin dagurin fór at koma, har vit taptu. Standingar gjørdi tað sera fornuftugt, teir dekkaðu okkum væl. Vit skulu bara arbeiða við okkara álopsspælið, vit dekkaðu væl, og lótu bara 9 mál ígjøgnum í seinna hálvleiki, og tað er góðkent. Vit fara at brúka næstu venjingina uppá at fáa álopsspælið at koyra, segði Halgir við JN.fo eftir dystin í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder