Føroyska Sjómansmissiónin skrivar á Facebook:
Rækjutrolarin Havborg hevur verið í dokk á Hafnafjørðinum í 9 vikur. Skipið hevur verið til vanligt viðlíkahald sum teir gera annahvørt ár.
Samstundis er skipið ???dagført??? nú tað er 26 ára gamalt.
Tað hevur .m.a. fingið nýggj eldrivin trolspøl, nýggjan lensivatnseperator og aðrar ábøtur, sum vóru neyðugar.
Johannes Joensen, skipari sigur, at teir royna ???so langt av landið skotnir??? at umroðandi er, at skipið er í góðum standi. Tað er langt í havn, um álvarsligir trupuleikar koma.
Við Havborg eru 17 mans. Hendan túrin hava teir tveir lærlingar við. Vanliga hava teir ein. Tað eru sum oftast ungir menn sum vilja royna sjólívið, fyri at vita, um tað er nakað fyri teir.
Teir fáa hálvan part, sum er ein avtalað skipan.
Tað er ein góð skipan, sum vónandi eisini fer at seta nýggja sjómenn við, sigur Johannes.
Hann sigur eisini, at árið hjá Havborg er eitt tað vánaligasta til nøgd, men er samstundis eitt tað besta til inntøku, tí prísurin á rækjum hevur verið sera góður.
Havborg fór úr Reykjavík kl.01 í nátt. Kósin er sett móti svaldbard. Tað eru umleið 1200 fjórðingar á fiskileið, so teir koma at halda jól meðan teir sigla.
Havborg hevur fingið jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum.
Sjómanstrúboðarin var og vitjaði umborð meðan skipið lá á Hafnafjørðinum.
Sjómansmissiónin ynskir teimum umborð á Havborg ein góðan og skjótan túr.
Gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár. Jesus fylgi tykkum!, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin.
Myndirnar niðanfyri eru tiknar í dokkini í Hafnafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald