FSF.fo skrivar: U21: Mikudagin fer føroyska U21-landsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dystur verður á Svangaskarði, har Aserbadjan vitjar, og sambært Hákuni Edmundsson, fara okkara eftir øllum stigunum.
Hákun Edmundsson væntar ein truplan dyst, men sigur samstundis, at teir fara sjálvandi eftir øllum trimum stigunum, tá Aserbadjan vitjar á Svangaskarði komandi mikudag.
- Vit eru væl fyri til dystin. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og eg haldi at allir spælararnir eru væl fyri, og vit eru av álvara klárir til uppgávuna, sigur Hákun Edmundsson, ið væntandi verður ein av spælarunum, ið koma at mynda miðvøllin hjá U21-landsliðnum.
Føroyska U21-liðið byrjaði í 2007, og í fyrstu undankappigini var Aserbadjan eitt av mótstøðuliðunum. Fyrri dysturin, ið varð spældur á Svangaskarði 14. oktober hetta sama árið, endaði við 1-0 sigri til Føroyar. Einsamalla málið skoraði Magnus Olsen beint fyri hálvleik. Eitt lítið ár seinni møttust liðini aftur í Baku í Aserbadjan, og tá gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Føroysku málskjúttarnir vóru Gudmund Nielsen og Levi Hanssen.
Men tað er kortini lítið, ið føroysku spælararnir kenna til U21-liðið hjá Aserbadjan, ið kemur á Svangaskarð hesaferð.
- Teir hava, líka sum vit, eitt nýtt U21-landslið, og tí er torført at meta um hvørjar styrkir teir hava. Men vit hava sæð eitt sindur av video av teimum, og har sæst, at teir standa væl í verjustøðu, og leggja síðani nógv fyri í skjótálopunum, sigur Hákun Edmundsson.
U21-landsdysturin millum Føroyar og Aserbadjan verður á Svangaskarði mikudagin 17. juni klokkan 17:00. Atgongumerki fyri einans 50 krónur kunnu keypast við dyrnar, og vónandi verða tað nógv, ið møta upp fyri at stuðla okkara ungu spælarum.
- Hetta verður ein trupul dystur, men serliga á heimavølli fara vit altíð eftir øllum stigunum. Vit vóna eisini, at nógvir áskoðarar koma at stuðla okkum, sigur Hákun Edmundsson at enda.
Myndir: Hans Erik Danielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald