Ein hagi kann ikki taka størri fíggjarligar avgerðir, uttan tað verður gjørt í fullari semju millum eigararnar. Hetta er niðurstøðan eftir at eitt drúgt kærumál er avgjørt í lendiskærunevndini og endaliga avgreitt av tinglýsingini.
Kærunevndin í lendismálum hevur avgjørt, at eigarar í einum haga ikki kunnu taka størri fíggjarligar avgerðir við vanligum meiriluta. Slíkar stórar avgerðir skulu altíð verða einmæltar, og takast á hagastevnu, ikki á vanligum hagastýrisfundi. Harvið hevur kærunevndin samstundis staðfest, at ein landsrættardómur frá ár 2000 (U2000.1887/2??) hevur fordømisskapandi virknað fyri allar hagar í Føroyum.
Málið hevur elvt til, at tinglýsingin nú krevur nágreinilig heimildarskjøl, tá ein hagi stendur sum keypari av fastogn. Kravd verður skjalaprógvan fyri samtyktum á hagastevnu og prógv fyri, at hagastevnan hevur verið lógliga lýst, áðrenn fastognarkeyp hjá haganum verða tinglýst.
Ítøkiliga málið snúði seg um eitt seyðahús, sum ein meiriluti av eigarunum í einum haga avgjørdi at keypa til at brúka sum rætt. Ein minniluti av eigarunum í haganum var harðliga ímóti keypinum, og mótmælti hesum. Hagastýrið helt tað vera nóg mikið við eini vanligari meirilutaavgerð, og fór víðari við málinum. Keypið varð gjørt, og skeytið sent til tinglýsingar. Umhvørvisstovan tinglýsti skeytið á vanligan hátt, men tá skaðaloysisbrævið kom til tinglýsingar tvær vikur seinni sást á tí hjálagda tilfarinum, at ósemja var millum eigararnar, og skaðaloysisbrævið varð tí burturvíst vísandi til landsrættardómin.
Kærumálið gjørdist fløkt, og vardi meira enn trý ár. Undir kærumálsviðgerðini gjørdi advokaturin hjá minnilutanum m.a. galdandi, at skeytið varð tinglýst av órøttum, og átti at verða strikað. Advokaturin hjá meirilutanum førdi m.a. fram, at tinglýsingin var farin út um sínar heimildir, tá noktað varð at tinglýsa skaðaloysisbrævið.
Kærunevndin í lendismálum avgjørdi at staðfesta avgerðina hjá Umhvørvisstovuni um at nokta at tinglýsa skaðaloysisbrævið. Avgerðin um at gera eina fyribils tinglýsing av kravinum hjá minnilutanum um, at skeytið skuldi strikast, varð somuleiðis staðfest. Kærunevndin legði til grund fyri avgerðini, at íløgan í seyðahúsið var somikið stór, at semja skuldi vera millum allar eigarar í haganum um keypið. Somuleiðis staðfesti kærunevndin, at hagastevnan var farin út um sínar heimildir við at keypa eina ogn, sum ikki lá í haganum.
Tinglýsingin hevur síðan strikað skeytið, sambært heimildini í § 20, stk. 1 í tinglýsingarlógini. Harvið eru ognarviðurskiftini førd aftur til tað tey vóru, áðrenn meirilutin av eigarunum í haganum valdi at keypa seyðahúsið.
JN
Hagastevna hevur ikki óavmarkaðar heimildir
...
2013-07-11 20:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald