JN

Hagaær við trimum lombum

...

2016-05-22 12:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tá ið sandavágsmenn í gjár vóru við hornaseyði í Vestaruskor, sóu teir eina ær í Eystaruskor við trimum lombum, Eystaraskor hoyrir til Slættaneshaga.

Lombini sóu út til at vera væl fyri, myndamaður okkara var við og tók nakrar myndir, men vildi ikki órógvað lomb og ær ov nógv.

Tað er sera sjálvsamt at hagaseyður lembir trý lomb, her í Sandavági lembdi ein ær á Rókini trý lomb ca. uml. 1990 - øll komu tey undan, tá segði ein gamal maður, sum var føddur í 1896, at hann visti bert um eina hagaær, sum hevði lembt trý lomb í Sandavági - hesin maðurin fekst nógv við seyðahald.

Ein ar í Eyðanstovuhaganum hevði eisini trý lomb fyri nøkrum árðum síðan.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder