JN

Háfoss: Líka útbúgving gevur ikki líka løn

...

2018-01-04 08:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF: Líka útbúgving gevur ikki líka løn. So einfalt er tað. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, kveistrar til viks kravið frá Pedagogfelagnum um at fáa sama lønarkarm sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið fingu stívliga 10 prosent í lønarhækking í tvey ár.

Tá Kristina Háfoss 20. november í fjør skrivaði undir nýggjan sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, varð hon spurd um lønarhækkingina í prosentum. Landsstýriskvinan svaraði:

-Samanlagt er lønarhækkingin smá 10 prosent yvir tvey ár, tað eru knøpp fimm prosent árliga.

Orðini frá Kristinu Háfoss vaktu ans í Pedagogfelagnum, sum tá skuldi undir sínar sáttmálasamráðingar, les meira og lurta her á kvf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder