Vinna

Hækkingin í makreltilmælinum longu útlutað

...

2016-09-28 13:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein roknifeilur hjá ICES, tá teir í fjør heyst skuldu staðfesta, hvussu stórur makrelstovnurin er, hevur nú við sær, at ICES hevur hækkað sítt tilmæli við 107 tús. tonsum. Upprunaliga mælti ICES til, at heildarkvotan av makreli í 2016 skuldi verða 667 tús. tons, men roknifeilurin ger, at tilmælið nú hækkar við 107 tús. tonsum upp í 774 tús. tons.

ES, Noreg og Føroyar, sum hava eina makrelavtalu til 2018, ásettu eina kvotu, sum var munandi hægri.Partarnir komu ásamt um, at kvotan skuldu verða 896 tús. tons. Eftir hesum var úrtøkan úr stovninum 29%, meðan ICES heldur seg til talið í umsitingarætlanini, sum er 22%.

Kvotan upp á 896 tons er býtt soleiðis: ES 412.586 tons, Noreg 201.663 tons, Føroyar 112.892 tons og onnur strandalond 139.760 tons. Í makrelavtaluni eru 15,6% sett av til onnur strandalond.

Onnur lond hava hinvegin ásett kvotur, sum eru munandi hægri enn tey 15,6%. Ísland hevur ásett sær eina kvotu upp á 152.876 tons og Grønland eina upp á 85.000 tons. Eftir tí gamla býtinum átti Russland 8% av kvotuni, og hava teir fylgt hesi reglu í 2016, so er teirra kvota 71.672 tons.

Hesi trý londini hava sostatt tilsamans ásett sær eina kvotu upp á sløk 310 tús. tons, sum eru 170 tús. tons meira enn tey 15.6 prosentini, sum eru sett av til teirra í avtaluni millum ES, Noreg og Føroyar. Harvið eru samlaðu kvoturnar í 2016 1.066 tús. tons í mun til upprunaliga tilmælið hjá ICES upp á 667 tús. tons.

Tilmælini hjá ICES um kvoturnar í 2017 verða kunngjørd fríggjadagin.Tað ljóðar at ICES fer at mæla til hækkingar í kvotunum bæði fyri norðhavssild, makrel og svartkjaft. Havast skal í huga, at kvoturnar í 2016 fyri øll trý fiskasløgini eru hægri enn tilmælið hjá ICES. Fyri svartkjaftin er samlaða kvotan góð 40% hægri, enn tilmælið hjá ICES.

Í avtaluni um makrelin er tann avmarking, at frá 2017 kann kvotan í mesta lagi broytast -/+ 20% frá einum ári til annað. Halda londini hesa avtaluna, so kann føroyska makrelkvotan í 2017 í mesta lagi hækka 22.500 tons, tað skrivar www.notaskip.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder