JN

Hækka játtanina til Føroya ProVita

...

2018-04-29 07:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg fari staðiliga at heita á Føroya Løgting um at hækka veitingina til Føroya Pro Vita.

ProVita ger eitt stórt arbeiði, tá tað snýr seg um upplýsing um og verju av ófødda barninum. Samstundis rætta tey hondina út til tær kvinnur, sum uppliva sorgfullu avleiðingarnar, ein fosturtøku, kann hava við sær. Tað er orsøk til at síggja týdningin av arbeiðnum tey gera, í og við, at eisini føroyskar kvinnur fáa framt fosturtøku, og uppliva somu djúpu sorgina, vit hoyra um, frá granskingum uttanlands.

Lat okkum geva felagskapinum ta viðurkenning tey hava uppiborið fyri sítt arbeiði.

Sum nú er, er játtanin 200.000 kr árliga.

Vinarliga

Margretha Kjærbæk

Sjúkrarøktarfrøðingur


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder