Í dag fór steypakappingin hjá monnum í gongd, og var tað H71 ið tók móti Neistanum. Steypakappingin í ár eitur Faxe Kondi kappingin. H71 og Neistin vóru eisini liðini ið spældu finaluna í steypakappingini seinasta kappingarár tá ið bleiv steypavinnari.
H71 legði seg beinavegin á dystin í dag, men Neistamennirnir vildu ikki sleppa teimum, og blivu teir við at hanga í. Munurin var eisini bara tvey mál í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki vísti H71 hvør var betra liðið á vøllinum, og vann dystin við 12 málum.
H71: Ári E. Dam, Jens á Skipagøtu, Pætur Thomsen 3, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1, Andor í Horni Sivertsen, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen 6, Peter Krogh 7, Dánjal Tórgarð 8, Jónas G. Djurhuus 5 og Tróndur Arge.
Neistin: Eliesar Rubeksen, Nicholas Satchwell, John í Innistovu, Teitur Magnusson, Rasmus Muller 1, Pætur Mikkjalson 1, Rúne Olsen 3, Rói Berg Hansen 5, Herbjørn Lava, Torstein Balle, Cristhofer Moe 3, Hjalti í Jákupstovu, Terji Mørk, Torkil Henze 1, Frank Askilidsen 2 og Teis Horn Rasmussen 4.
Støður:
5. min. 2-1
10. min. 5-3
15. min. 6-5
20. min. 9-7
25. min. 12-9
30. min. 15-13
35. min. 17-14
40. min. 20-14
45. min. 21-15
50. min. 24-16
55. min. 27-17
60. min. 32-20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald