2016-09-21 22:38
StÍF tók í kvøld móti H71 í FTZ-deildini. Bæði liðini spældu mikudagin, tá vann H71 á Team Klaksvík, og StÍF tapti móti KÍF.
H71 fekk eina betri byrjan, og eftir eitt korter vóru teir á odda 5-8. Hálvleikstøðan var 10-21, og dysturin var í veruleikanum avgjørdur. Í seinna hálvleiki gekk meira javnt á, og endaði dysturin 23-36 til H71.
StÍF: Carsten Bang, Fríði R. Djurhuus 4, Allan Norðberg 4, Pætur Joensen, Rúni Nicclassen, Pætur Johansen 5, Teitur Nilsen 1, Sveinur Justinussen 5, Tummas Simonsen, Eli Gærdum, Borgar M. Person 2, Jógvan G. Joensen 2 og Eybjørn Eiriksson.
H71: Ári Dam, Elberg Klettheyggj, Bogi G. Davidsen 2, Leivur Mortensen 3, Rúni Vest 3, Tróndur Arge 1, Jóans Djurhuus 6, Boas Heinesen 2, Pætur Thomsen 2, Andor Sivertsen 3, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsøe 2, Vilhelm Poulsen 3 og Peter Krogh 9.
Støður:
5. min. 1-3
10. min. 3-5
15. min. 5-8
20. min. 6-11
25. min. 7-15
30. min. 10-21
35. min. 11-21
40. min. 14-24
45. min. 16-27
50. min. 17-30
55. min. 20-33
60. min. 23-36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald