Ítróttur

H71 vann toppdystin í Vestmanna

...

2017-03-02 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldið leiktu VÍF og H71 oddadyst í Vestmanna, VÍF var undan dystinum nummar 2, og H71 var nummar 1. 

H71 byrjaði dystin betri, og løgdu seg beinavegin 2-3 mál framum vestmenningar, og øktu um leiðsluna sum fyrri hálvleikur gekk, hálvleiksstøðan var 10-15 til H71.

Fyrstu ferð VÍF kom uppá javnt í dystinum var tá ið 17. min. vórðu leiktir av seinna hálvleiki tá ið Áki javnaði til 19-19, men nærri komu vestmenningar ikki, og H71 vann dystin 23-27.

KÍF vann í Kollafirði á Team Klaksvík, og eru teir nú nummar tvey í FTZ-deildin.

VÍF: Sámal Joensen, John R. Nielsen, Sjúrður Olsen 2, Rùni Joensen, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes 5, Andrias Eriksen 2, Bjarti Hansen, Mladen Mjerimacka 1, Rói Lamhauge 1 og Filip Jojic 9.

H71: Ári E. Dam, Jens á Skipagøtu, Bergur Arnason, Hjalti Bachman, Rùni V. Højgarrd 1, Bogi G. Davidsen, Vilhelm Poulsen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø 1, Andor Sivertsen 6, Hilmar Leon Jakobsen 2, Niklas Hanusarson, Peter Krogh 7, Dánjal Tórgarð 6, Jónas Durhuus 4 og Tróndur Arge.

Støður: 

5. min. 1-2

10. min. 2-5

15. min. 5-7

20. min. 7-10

25. min. 9-12

30. min. 10-15

35. min. 12-16

40. min. 14-18

45. min. 17-18

50. min. 19-21

55. min. 21-23

60. min. 23-27

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder