Ítróttur

H71 vann heldur óvæntað á Neistanum

...

2017-10-11 20:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Neistin tók í kvøld móti H71 í hvonn-deildini hjá kvinnum. Neistin koyrdi venjarin fyrr í vikuni. Dysturin byrjaði javnt, og var tað javnt 4-4 eftir 11. min. Men so fór heldur óvæntað H71 frá Neistadamum, og kundu fara til hálvleiks við støðuni 10-15. H71 var omaná allan seinna hálvleik, men tá ið 1. min. restaði í var bara eitt mál á muni 21-22 til H71, H71 fekk eitt mál afturat, og vann dystin 21-23.

Sí myndir her.

Neistin: Marjun Danberg 11, Daniella Joensen 3, Hjørdis Viðstein 2, Fríða á Dunga 1, Nicoleta Hansen 1, Stine Madsen 1, Ingun Kristina Person 1 og Tórhalla Torsteinson 1.

H71: Maria H. Weyhe 10, Eva Barba Arge 5, Sanna Skaalum 3, Durita T. Joensen 2, Ása K. Hansen 1 og Fía R. Hoydal 1.

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 3-4

15. min. 4-7

20. min. 6-11

25. min. 9-13

30. min. 10-15

35. min. 10-16

40. min. 12-16

45. min. 14-19

50. min. 15-20

55. min. 18-21

60. min. 21-23

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF412282408
2Kyndil5124101237
3VB410686207
4Neistin5124114104
5H71487103-162
6Stjørnan36592-270
7StÍF34797-500

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder