Ítróttur

H71 vann 37-24 á Team Klaksvík

...

2015-11-22 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár tók botnliðið Team Klaksvík móti oddaliðnum í FTZ-deildini H71. Team Klaksvík kláraði at fylgja við H71 fyrstu minuttirnar av dystinum, men so fór oddaliðið frá Team Klaksvík, og førdu í hálvleikinum við 9 málum, 12-21. H71 vann dystin 37-24. 

Besti skjútti hjá Team Klaksvík var Bogdan Florea, og hjá H71 var tað Peter Krogh.

Team Klaksvík: Kristoffer Hedegaard, Aron K. Jacobsen, Hanus Norðberg 2, Niels Viggo Niclasen 2, Bogdan Florea 14, Gilli N. Lorenzen 1, Vilhelm Vilhelmsen 2, Andrias Ellingsgaard 1, Sámal á Tjaldrafløtti 1, Jens Pauli Mohr 2 og Heri Johnson.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johan Hoftgaard, Mark Lausen Marcher 2, Rúni V. Højgaard 3, Djóni V. Højgaard 2, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen 3, Oddur Bech 2, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø 1, Andor Sivertsen 1, Helgi Hoydal 6, Peter Krogh 9, Jónas Djurhuus 8 og Tróndur Arge.

Støður:

5. min. 2-2

10. min. 3-5

15. min. 6-9

20. min. 6-12

25. min. 8-18

30. min. 12-21

35. min. 13-25

40. min. 16-28

45. min. 19-32

50. min. 20-33

55. min. 22-36

60. min. 24-37


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder