H71 var í kvøld á vitjan hjá StÍF. Tað var heimaliðið ið byrjaði betur, StÍF førdi 6-4 eftir 15. min., men so tók H71 yvir og hálvleiksstøðan var 10-14 til gestirnar úr Hoyvík.
Tað var eisini StÍF, sum byrjaði seinna hálvleik betur, tá 5. min. vóru leiktir av seinna hálvleik var bara eitt mál á muni, liðini fylgdust so væl eina løtu, men so fór H71 aftur frá strandingum, og vann dystin 27-21.
StÍF: Isak Olsen, Fríði R. Djurhuus 3, Sverri Jensen, Leivur Justinussen 4, Sveinur Justinussen 3, Kjartan Johansen 2, Eli Gærdum, Borgar M. Persson 1, Jógvan G. Joensen 4, Hávardur Trúgvason, Rani Funn 1 og Jóhannus Olsen 3.
H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Mark Lausen Marcher 6, Rúni V. Højgaard 4, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø 1, Helgi Hoydal 3, Peter Krogh 6 og Jónas Djurhuus 5.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 3-2
15. min. 6-4
20. min. 7-9
25. min. 8-10
30. min. 10-14
35. min. 14-15
40. min. 16-17
45. min. 17-20
50. min. 19-22
55. min. 20-25
60. min. 21-27
Áskoðarar: 310
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald