2014-12-06 03:56
Ein dystur í Atlantic Airwaysdeildini er í kvøld leiktur í Klaksvík, tá Team Klaksvík tók ímóti H71.
Dysturin var sera javnur og spennandi - Team Klaksvík hevur í ár leikt nógvar góðar og spennandi dystir og eisini tikið stig, sum hava loypt hvøkk á.
Hálvleiksstøðan í kvøld var 11-12 til H71.
Í seinna hálvleiki leikti eisini javnt á til 10 minuttir vóru eftir av dystinum, tá var støðan 19-19, men teir seinastu 10 minuttirnar fekk Team Klaksvík bara 2 mál, ímeðan H71 fekk 6 mál, H71 vann sostatt 25-21.
Hjá Team Klaksvík vóru bestu málskjúttarnir Sámal á Tjaldrafløtti og Dusko Petrusic, sum báðir fingu 5 mál hvør.
Hjá H71 fekk Rúni Hoygaard 6 mál og Petur Thomsen 5.
H71 hevur nú 13 stig fyri 11 dystir, teir eru bert 2 stig aftanfyri Kyndil, men Kyndil hevur leikt ein dyst meira.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald