Ítróttur

H71 og VÍF leiktu javnt - Filip fekk 13 mál

...

2017-04-10 07:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldið leiktu H71 og VÍF í Hoyvík, og eftir dystin var staðfest at tað vera hesi bæði liðini ið koma at spæla FM-finalurnar. 

Tað var annars H71 ið byrjaði betur, og komu á odda 4-0 eftir 4. min. VÍF vann seg í aftur dystin beinavegin, og eftir 9. min. var støðan 4-3. H71 fór so aftur framum við 3 málum. Tá ið 24. min. vóru farnir var VÍF á odda fyrstu fer, tá var støðan 9-10. Hálvleiksstøðan var 11-11. Í seinna hálvleiki fylgudst liðini væl, og dysturin endaði 25-25.

H71: Ári E. Dam, Jens á Skipagøtu, Rùni V. Højgaard 2, Bogi G. Davidsen 1, Pætur THomsen 2, Sigmundur Dahl 1, Sugmundur Nolsø 1, Poul Sìmun í Garið, Andor Sivertsen 1, Hilmar Leon Jakobsen 4, Niklas Hanussarson 1, Peter Krogh 8, Dánjal Tórgarð, Jónas G. Djurhuus 4, Tróndur Arge og Hans Kári Hansen.

VÍF: Sámal Joensen, Agnar Joensen 2, Rúni Joensen, Hanus Christophersem, Julian Olsen 4, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen 4, Bjarti Hansen, Mladin Mjerimacka 1, Sjúrður Olsen, Rói Lamhauge og Filip Jotic 13.

Støður: 

5. min. 4-1

10. min. 4-3

15. min. 6-3

20. min. 8-8

25. min. 10-10

30. min. 11-11

35. min. 14-13

40. min. 14-15

45. min. 17-16

50. min. 20-19

55. min. 23-23

60. min. 25-25

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder