Ítróttur

H71 fingið sær styrk úr Danmark

...

2015-05-04 15:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um Peter Krogh, sum H71 hevur fingið hendur á. Peter er 24 ára gamal, og hevur royndir úr bestu deildini í Danmark, tá hann spældi við Viborg HK. Onnur lið ið Petur hevur spælt við eru Aars HK, Aalestrup IF og Randers HH, tað skrivar H71.fo.

Petur Mittún, høvuðsvenjari, hevur hetta at siga um Peter Krogh:
"Peter er ein sermerktur leikari, sum kann skjóta bæði við vinstra og høgra armi. Sostatt kann hann spæla á bæði høgra og vinstra bakki. Peter hevur eitt gott skot, er skjótur á fyrstu fetunum, umframt at hann er fysiskt væl fyri.

??tlanin er, at Peter fyrst og fremst kemur at spæla á høgra bakki, saman við Hans Kára. Seinastu árini hevur liðið manglað lámar spælarar, eins og liðið hevur manglað skotstyrki úti frá. Hetta eru alt førleikar, sum Peter vónandi kann tilføra liðinum.
"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder