Ítróttur

H71 er í finaluni

...

2016-03-13 20:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
H71 var í dag á vitjan hjá StÍF, og kundi tryggja sær finaluplássið um teir vunnu dystin. Hjá H71 var stórskjúttin Peter við aftur, Peter hevur verið smáskaddur seinastu tíðina.

Tað var H71 ið byrjaði dystin betur, og Peter skoraði fyrstu trý málini fyri gestirnar úr Hoyvík. Eftir 15. minuttir var støðan 5-7, men so kom StÍF betur við í dystin, og førdu eitt skifti 11-9, hálvleiksstøðan var 12-12.

StÍF byrjaði seinna hálvleik betur, og komu uppá 14-12 áðrenn H71 hevði vent sær, men tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var H71 á odda 18-20, og vann dystin 21-27.

StÍF: Ísak Olsen, Fríði R. Rjurhuus 4, Danny Brandt 1, Allan Norðberg 5, Pætur Johansen 1, Sveinur Justinussen 7, Kjartan Johansen 1, Eli Gærdum, Borgar M. Persson, Jógvan G. Joensen 1 og Marius Joensen 1.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Mark L. Marcher 4, Rúni V. Højgaard 5, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen 1, ??lavur Joensen, Sigmundur Dahl 1, Helgi Hoydal, Jónas Djurhuus 3, Tróndur Arge 2 og Peter Krogh 11. 

Støður: 
5. min. 1-2
10. min. 3-5
15. min. 5-7
20. min. 8-7
25. min. 11-9
30. min. 12-12
35. min. 14-14
40. min. 15-17
45. min. 18-20
50. min. 19-22
55. min. 20-24
60. min. 21-27

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder