Flogbóltur: Føroyar - Norður Írland, 1 - 3, (21-25, 26-24, 27-29 og 24-26)
Tað gjørdist av sonnum ein spennandi dystur, tá føroyska manslandsliðið møtti Norður Írlandi í kvøld í flogbólti í Luksemborg í undankappingini til VM/EM. Dysturin var í gongd í meira enn tveir tímar.
Fyrsta settið vann Norður Írland 25-21, men í øðrum setti svaraði Føroyar aftur, og vann 26-24. Føroyska liðið var á odda í byrjani av hesum settinum, men kom miðskeiðis í settinum afturum, men megnaði at vinna 26-24.
Og var annað settið spennandi, so vóru triðja og fjórða settið ikki minni spennandi. Í báðum settunum var føroyska liðið frammanfyri, men tá avgerðast skuldi fall eydnan hinumegin settið. Settini endaðu við sigri 29-27 og 26-24 til Norður Írland, sum harvið vann dystin 3-1.
Føroyska liðið hevur í morgin frídag, men skal sunnudagin spæla ímóti Luksemborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald