Ítróttur

Gylta settið

....

2016-03-23 12:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Flogbóltssambandið hevur í ár gjørt nýggjar leikreglar í sambandi við FM-finalurnar.

Undanfarin ár hevur verið leikt best av 3 finalum, men í ár verða bert 2 finalur leiktar ??? Skírhósdag og leygardagin 26. Mars.

Vinna liðini hvør sín dyst ??? líka mikið um onnur finalan endar 3-1 og hin 3-0, so verður 10 minuttir eftir seinnu finaluna leikt eitt Gylt sett.

Spælt verður upp í 15, og minst tvey stig skulu vera á muni. Vinnarin av hesum settinum verður Føroyameistari.

Seinasta ár var kvinnufinalan millum Drátt og TB avgjød við trimum dystum, so møguleikarnir eru opnir fyri, at vit í ár koma at royna Gylta settið fyri fyrstu ferð.

Finalurnar verða leiktar soleiðis í Høllini á Hálsi í Havn:
Skírhósdag 24. mars:
15,00 Menn Fleyr
17,00 Kvinnur Dráttur Fleyr
Fríggjadagur 26. mars:
13,30 Menn Fleyr
15,30 Kvinnur Dráttur Fleyr
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder