Vinna

Gunnhild Helmsdal sett í starv sum kommunulækni í Vestmanna

...

2017-07-20 07:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestmanna kommuna: Heilsutrygd hevur sett Gunnhild Helmsdal í starv sum kommunulækni í Vestmanna læknadømi.

Hon byrjar í starvinum 1. oktober 2017.

Gunnhild fekk embætisprógv innan læknafrøði í 2009, og varð liðugt útbúgvin sum serlækni í almenn medicin í 2015. Síðani 2015 hevur Gunnhild verið kommunulæknaavloysari ymsa staðni í Føroyum.

Gunnhild er 40 ára gomul, búsitandi í Hoyvík. Hon er gift og eigur 3 børn.

Vestmanna Kommuna ynskir Gunnhild tillukku, og vit gleða okkum, til hon byrjar í starvinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder