Ítróttur

Gunnar vann einkultstartin í góðveðrinum leygardagin

...

2017-03-21 17:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kanska fyrstu ferð í søguni hjá TSF er ein kapping fyriskipað so tíðliga um morgunin. Veðrið var gott, tað var turt, vindstilli og sólin skein tá tíggju súkklarar bjóðaðu sær sjálvum og øðrum av klokkan 8 á morgni.

Leiðin gekk úr Havn til Kaldbak og aftur til Havnar. Ein teinur á umleið 29 kilometur, og tann teinur, ið milum súkklarar verður kallað "FM klassikarin".

Kappingin, sum var ein sokallað einkultstartskapping, var samstundis næsta av fimm kappingum í GIANT Várkappingin 2017. Í hesari kapping verður bert kappast í einkultstarti. Ein grein sum ofta verður niðurprioriterað av súkklarum, men sum absolut er við til at menna ein súkklara, bæði fysiskt og mentalt.

Veðrið gerst betri og betri - tað várar. Og vónandi gerst formurin eisini betri. Vinnara tíðin var 48 minuttir og 23 sekund, og tað gevur vinnarinum eina meðalferð á beint undir 40 km/t, sum er ein hampuliga góð tíð á hesum teini, tí sokallaða FM klassikarinum.

Vinnari gjørdist Gunnar Dahl-Olsen. Andrass Joensen gjørist næstur. Andarss kom á mál ein góðan minutt eftir vinnaran, og hálvan minutt framman fyri nummar trý. Triðjur á mál gjørdist Jóanis Albert Nielsen. Jóanis Albert brúkti 50 minuttir og 9 sekund.

Ein kvinna luttók, og tað var Maria Svabo Hansen. Maria skal aftur í ár súkkla saman við Team Rynkeby til París.

Maria vann sær sjey stig, og hon brúkti 1 tíma, 1 minutt og 52 sekund um teir 29 kilometrarnar.

??rslit, 29 km einkultstart: Sí viðheftu fílu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder