Ítróttur

Gunnar vann ársins seinastu súkklukapping

...

2013-10-01 17:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ársins seinasta súkklukapping var á skránni sunnudagin! Veðrið var av tí fagrasta, og hesa ferð gekk leiðin um Oyggjarvegin. Bólkur 1 skuldi súkkla teinin tvær ferðir, meðan unglingar og motiónistar skuldu súkkla teinin eina ferð.
Komnir til Havnar gekk leiðin eftir Ringvegnum, eftir Strond, til Skansan, og síðan niðan til rundkoyringina við Føroya Tele.
Leiðin gekk so oman til Rundkoyringina við Svimjihylin, eftir Ringvegnum oman til Skansan, og síðan á mál við Plantusøluna við Hvítanesvegin.

Guðmundur legði hart út, og longu tá koyrt bleiv niðan úr Kollafjarðadali fyrstu ferð, royndi hann at sleppa frá Gunnar og Sverra. Gunnar megnaði at halda tørn, men Sverri misti.
Guðmund og Gunnar fylgdust síðan allan vegin aftur til Kollafjarðadal, og aftur nú royndi Guðmund at koyra frá Gunnar. Tað eydnaðist heldur ikki hesu ferð, og komnir til Norðadalsskarð var tað nú Gunnar, ið royndi at sleppa undan Guðmund. Tað eydnaðist, og Gunnar koyrdi seinastu kilometrarnar einsamallur, og vann løtu seinni tryggan sigur.
Sverri royndist væl, og hóast hann misti, so helt hann somu góðu ferð allar teir 100 km. Tá avtornaði gjørdist hann nr. tvey og kom á mál bert 10 eftir vinnaran.
Ein annar súkklari, ið eisini royndist væl var ungi vestmenningurin Teitur Thorleifsson. Hetta var fyrsta royndin hjá honum at súkkla kapp. Teinurin kring Oyggjarvegin er ein harður teinur, og hóast tað kom Teitur á mál bara 8 minuttir eftir vinnaran, Arnfinnur Helmsdal.
Vinnararnir fingu gávukort frá AG Bike Sport.

Súkkling, 100 km:
1. Gunnar 3.05.35
2. Sverri 3.15.37
3. Gudmund Joensen, DNF

Súkkling, 50 km
1. Arnfinnur Helmsdal, 2.32.37
2. Aksel Haraldsen, 2.32.40
3. Teitur Thorleifsson, 2.40.40

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder