FSF: Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, gleðir seg til dystin ímóti Grikkalandi, og vónar eisini, at nógvir áskoðarar koma at hjálpa til, so vit saman kunnu endurtaka bragdið í Pireus.
Leygardagin 13. juni skal føroyska A-landsliðið við monnum av álvara í eldin aftur, tá grikkar koma á vitjan í Føroyum. Seinast Grikkaland og Føroyar brustu saman í undankappingardysti, var 14. november í fjør, og í framtíðini fer hetta fríggjakvøldið væntandi at standa sum ein varði í føroyskum fótbólti. ??rslitið gjørdist 1-0 til Føroyar, og enn einaferð megnaði pinku lítla landið í norðuratlantshavinum at fremja eina ta størstu sensatiónina í europeiskum fótbólti.
Grikkaland hevur seinastu nógvu árini verið mett sum ein stór fótbóltstjóð, og størsta úrslit hjá grikkum er uttan iva Europameistaraheitið, sum teir vunnu í 2004.
Spælararnir á grikska landsliðnum forvinna nógvar milliónir í ymsum stórfeløgum runt um í Europa, og til nærum hvørt endaspæl er Grikkaland umboðað. Men í núverandi undankapping hevur als ikki gingið eftir vild, og í løtuni liggja grikkar aftast í bólkinum við einum stigi. Men føroysku spælararnir eru kortini greiðir yvir, at komandi dystur verður ein stór uppgáva.
- Tað verður spennandi at møta grikkum á heimavølli, tí tað er ikki so oftani, at vit møta einum liði, sum vit hava vunnið á útivølli frammanundan. Vit mugu kortini ikki gloyma, at hetta verður ein stór uppgáva, og vit skulu ikki billa okkum inn, at vit eru favorittar. Alíkavæl skulu vit trúgva uppá tað, og saman við føroysku áskoðarunum kunnu vit røkka langt, sigur Gunnar Nielsen.
Til dystin ímóti Grikkalandi verður umbyggingin av Tórsvølli liðug, og tá verður pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum kring leikvøllin. 3.600 av hesum plássum vera undir taki, so tað ræður um at gera skjótt av, fyri at ogna sær atgongumerki. Og sambært føroyska landsliðsmálverjanum, so mugu vit vóna, at tað verður fult.
- Tá rómurin er uppá tað besta er næstan eingin munur at spæla fyri einum fullsettum Tórsvølli, í mun til eini 15-20.000 á øðrum stórum stadion. Tað er veruliga ein hjálp hjá okkum, og vónandi verður tað soleiðis leygarkvøldið 13. juni, sigur Gunnar Nielsen.
Kostnaðurin fyri atgongumerki til EM-undankappingardystin ímillum Føroyar og Grikkaland er einans 100 krónur, og kunnu keypast á heimasíðuni hjá FSF, ella við at trýsta HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald