Hondbóltssambandið hevur havt aðalfund í dag og greitt var undan fundinum, at starvsnevndin skuldi hava nýggjan formann, tí formaðurin seinastu 10 árini, Kristian Johansen, hevði undan fundinum boðað frá, at hann ikki stillaði uppaftur. Bogi Jacobsen, sum hevur sitið í nevndini seinastu tvey árini, stillaði heldur ikki uppaftur.
Fýra nøvn vóru í uppskotið til nevndina og blivu Gunn Ellefsen og Oyvindur Brimnes vald. Nýggir varalimir vóru eisini valdir, Jákup Dam og Súna Mørk.
Starvsnevndin hjá HSF sær nú soleiðis út:
Forkvinna: Gunn Ellefsen
Næstforkvinna: Margrið Weihe
Nevndarlimir: Gilli Wardum, Regin Jakobsen og Oyvindur Brimnes
Við fundarlok fekk fráfarandi formaðurin, Kristian Johansen, handað heiðursbræv og gullnál frá ÍSF fyri trúgva tænastu føroyskum ítrótti at frama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald