Tað tóktist rættiliga álvarsamt tá Gunleif lá eftirá eftir nærdyst í gjár. Hann hevur ligið náttina á sjúkrahúsinum eftir at læknarnir staðfestu heilaskjálvta og eitt brák í kjálkabeininum. Hann er uppi aftur nú, og sleppur vónandi heim í dag, skrivar 07 Vestur.
Eini tími var farin av dystinum tá NSÍ seta í skjótálop. Gunleif kom ímillum, men, í nærdystinum, var hann óheppin at blíva traðkaður á, ella møguliga sparkaður, og bleiv liggjandi, svímaður. Dómarin, Rúni Olsen, steðgaði dystinum beinanvegin, og viðleikarar fingu Gunleif at rakna við aftur. Eftir stutta løtu bleiv hann borðin av vøllinum og inn í 07 Vestur-húsið, har bíða varð eftir sjúkrabilinum, sum kom lítla løtu seinni. Eisini lækni kom á staðið.
Eftir stutta viðgerð bleiv hann borðin í sjúkrabilin og koyrdur til Havnar. Á sjúkrahúsinum bleiv hann kannaður og skannaður, og staðfest varð, sum sagt, at hann hevði fingið heilaskjálvta og fingið brák í kjálkabeinið. Nærri kanningar av røntgenmyndunum skulu gerðast í dag.
Sambært Ruth, konu hansara, vildi hann vita úrslitið av dystinum, so skjótt hann kom ordiliga til sín aftur. Vit ganga út frá, at tíðindini um hart tilkempaða sigurin hevur linnað um pínuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald