Ítróttur

Gunleif undirskrivað avtalu fyri 2015

...

2014-11-06 04:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld, á 24. føðingardegið sínum, hevur liðskiparin og ársins leikari 2014, gjørt avtalu við 07 Vestur fyri 2015, sum verður fjórða árið tvøramaðurin tekur hjá okkum.

Júst farna kappingarár var árið, Gunleif veruliga gjørdi seg galdandi her hjá okkum. Sum liðskipari, á verjukenda miðvøllinum, var hann ein av avgerandi leikarunum, bæði í defensiva arbeiðinum, men, ikki minst, við fleiri avgerðandi málum, heili 10 íalt.

Komandi árið verður tað fjórða hjá okkum. Hann var her vesturi í 2011 og 2013, umframt í ár. Hesi trý árini eru tað vorðnir 69 dystir og 14 mál, harav 28 dystir og 10 mál í ár.

Umframt at hava umboða TB og 07 Vestur, hevur Gunleif eisini nakrar ungdómslandsdystir, seinast í 2006, har hann fekk 7 dystir við U17 landsliðinum.

Vit ynskja Gunleif góða eydnu komandi ár, og gleða okkum longu at síggja hann aftur í svørtum. Tað skrivar 07vestur.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder