2016-02-09 20:06
07Vestur.fo skrivar: Gunleif Magnusarson, liðskipari okkara seianstu árini, hevur júst longt sáttmála sín við felagið. Við heili 81 dystum seinastu 3 árini, hevur Gunleif verið ein av týðningarmestu leikarunum, og vit gleðast um at hann heldur fram.
25-ára gamli tvørámaðurin kom til 07 Vestur fyrst ferð í 2011 og varð tá við til at vinna uppflyting til EFFO-deildina. Árið eftir flutti hann so aftur til barndómsfelagið TB at spæla, men í 2013 kom hann so aftur vestur, tá hann og familja fluttu til Sandavágs.
Hesi 4 kappingarárini eru tað so blivnir til 97 dystir og 22 mál til miðvallaran, sum eisini - heilt uppiborið -hevur lagt hald á liðskiparabandi.
Hjartaliga tillukku og vit gleða okkum til framhaldið!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald