Ítróttur

Gunleif heldur fram í 07 Vestur

...

2017-02-14 18:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjárkvøldið skrivaði Gunleif Magnusarson undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur. Ivasamt hevur verðið, um Gunleif fór at spæla í ár, men, til stóra gleði fyri allar 07 Vestur-fjepparar, er nú staðfest, at so verður, skrivar 07Vestur.fo.

26-ára gamli ný-sandavágsmaðurin hevur verið ein týðandi brikkur í 07 Vestur í fleiri ár. Hann er ímillum leikararnar, ið hava spælt allar flest dystir fyri felagið, og, hóast hann nærum altíð verður greinaður sum verjuleikari ella miðvallari, hevur hann eisini skotið 5. flest mál av øllum, síðan felagið bleiv stovnað. 104 dystir og 32 mál.

Vit gleða okkum til at síggja Gunleif framhaldandi í svarta búnanum. Hjartaliga tillukku við sáttmálanum og blíðan byrð!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder