JN

Gummibátur rak út í Nólsoyarfjørð

...

2018-05-25 20:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinnapartin í dag fekk løgreglan eina fráboðan úr Sandagerði. Fólk ringdu til løgregluna tí tey hildu at ein gummibátur við tveimum børnum var farin ov langt út frá landi, og væntaðu ikki at børnini kláraðu at rógva inn aftur sjálvi. Rescue Lív bleiv alt fyri eitt boðsend, og longu fýra minuttir eftir at fráboðin kom var Lív klárur at loysa, men tá kom fráboðan um, at ein træbátur hevði tikið børnini umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder