Vinna

Gulllaksaskipini hava havt smáligan fiskiskap

...

2016-08-07 16:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gulllaksaskipini hava havt smáligan fiskiskap í seinastuni.

Stjørnan og Polarhav koma á Klaksvík tíðliga í kvøld, teir hava 110 tons, sum teir landa á Kósini í morgin.

Teir hava hendan túrin roynt vestanfyri, har eisini Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royna - Vestmenningur og Skoraberg eru í løtuni staddir vestur av Føroya Banka.

Vit tosaðu umborð á Stjørnuna fyri løtu síðan, teir søgdu, at tað var nógvur vindur vestanfyri.

Okkurt smávegis viðlíkahald skal gerast, men teir rokna við at fara nýggjan túr mánakvøldið.

Gulllaksaprísurin liggur um kr. 5 fyri kilo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder