2015-08-26 14:39
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa í morgun 230 tons av gulllaksi á Toftum, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir veiðuna.
Gulllaksaskipini hava roynt vestanfyri, Polarhav/Stjørnan og Vestmenningur/Skoraberg eru á feltinum, men helst seinasta túr í ár, tí nú er gulllaksakvotan uppfiskað, samlaða kvotan í ár er 14.400 tons.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara nú á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald