JN

Gullaksakvotan nærum uppfiskað

...

2015-08-23 13:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska Sjómansmissión skrivar: Føroyska gullaksakvotan í ár er 14.400 tons. Trý pør veiða gullaks. Tey eru Vestmenningur og Skoraberg, Polarhav og Stjørnan og Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.
Skiparin á Vestmenningi, Jónsvein Haraldsen sigur, at tað er eitt miðal ár til fiskiskap. ??ll trý pørini byrjaðu nærum í senn 1.apríl og hann roknar við, at umleið 1. september verður kvotan uppfiskað.
Støddin á gullaksinum í ár hevur verið omanfyri miðal. Tað kemst óivað av, at skipinihava roynt djúpt, á 280 ??? 300 favnum, sigur Jónsvein. Hann sigur eisini, at hóast teir hava eina felagskvotu, so er veiðinøgdin rættiliga jøvn millum pørini. Vestmenningur og Skoraberg hava landað til Kollafjørð Pelagic og nakað til Tavina. Prísurin hevur verið millum 4.50 og 5 krónur fyri kilo. 7 mans eru við hvørjum skipið. 

Gud signi sjófólkið!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder