Góðan dag góðu stevnufólk.
Stóra takk fyri áheitanina at siga nøkur orð um skaldið og høvundan Jens Paula Heinesen, sum er føddur og barnvaksin her í tykkara vøkru bygd.
Orsøkin til at eg standi her í Løgmansgarðinum í dag er, at eg fyri 20 árum síðani legði lunnar undir eina sjónvarpssending í fimm pørtum um skaldskapin og umstøðurnar hjá høvundanum.
Fyrstu ferð eg legði mína ætlan fyri Jens Paula segði hann. ??? Eg blívi so smæðin, tá ið ljósið skal setast á meg sjálvan. Mínar tankar havi eg longu skrivað í mínar bøkur.
Ja, hetta var so ein byrjan. Spakuliga yvir tíð mentist samrøðan millum okkum bæði. Onkuntíð meira intenst. Til aðrar tíðir meira stirvin.
Arbeiðið var gjørt í tøttum samstarvi við Sjónvarpi Føroya.
Familja og fakfólk av ymsum slagi løgdu stórt arbeiði í nevndu ætlan.
Mín ætlan var at royna at gera eina heildarmynd og saman við øðrum fyriskipa og samskipa tað umfatandi tilfar, sum vit høvdu.
Eitt umfatandi arbeiði hjá mær var at søkja fígging til tær útreiðslur, sum lógu uttanfyri partinum, sum Sjónvarpið átti.
Heitið á sendingini ???Eitt dýpi av dýrari tíð??? var tíðliga sett á skrá ??? Sangurin var sjáldsama væl yrktur. Teksturin gav mær íblástur.
At føroyingar enn syngja sangin sigur eitt sindur um innihaldið. Vit tulka tekstin alt eftir hugalagi og umstøðum.
Jens Pauli var 21 ára gamal tá ið hann skrivaði orðini. Seinni gjørdi dótturin Elin eitt væleydnað lag.
Tá ið skaldið fylti 70 ár í nov. 2002 vóru tvær sendingar klárar, meðan tríggjar sendingar komu í mai 2003.
Ivan Hentze Niclasen, sum tá var deildarleiðari á mentunardeildini hjá sjónvarpinum tók sær av tí partinum, sum lá hjá stovninum. Til dømis arbeiðsuppgávur hjá sjónvarpsfólki, fígging og samskifti við okkum uttanfyri stovnin. Samskiftið gekk væl. - Onkuntíð var tað strævið sum privatpersónur at arbeiða við einum almennum stovni.
Elin, dóttir Jens Paula og eg høvdu eitt umfatandi brævaskifti um, hvussu vit skuldu gera við ymsu partarnar í stóru verkætlanini. Viðhvørt gingu bylgurnar høgt. Hetta gjørdi tað ikki minni spennandi, at vit dystaðust um, hvussu vit skuldi lýsa Jens Paula. Hann var jú pápi hennara. Elin var holl at samstarva við.
At døma eftir skrivliga samskitinum okkara millum var øgiliga nógv uppi at venda.
Uppgávan at finna fígging til heimildarfilmin lá um nakrar hundrað túsund krónur. Løgtingið, kommunur og grunnar stuðlaðu væl.
Sandavágs kommuna v/Rósu Samuelsen, sum borgarstjóra veitti góðan stuðul. Eg minnist Rósa segði, at tað var ikki vanligt hjá kommununi at stuðla slíkum projektum. Høvdu ikki gjørt tað áður. At so bygdaráðið veitti góðan stuðul gleddi okkum. Ikki minst Jens Pauli.
??ll sum hava fingist við film vita, at tað er ikki einmansverk. Nú eg havi sett meg inn í, hvat tað var, sum fór fram, komi eg til ta niðurstøðu, at hetta var í seinastu løtu, at ein heimildarfilmur var gjørdur um høvundan, sum hevur latið Føroya fólki so nógv.
Bjarni Árting Rubeksen, myndamaður frá Sjónvarpinum var høvuðsfotografur. Hann var hollur at samstarva við. Hann var góður í ráðum. Hann legði stóran dent á, at fáa dekkmyndir. Hetta var gott, tí serliga kom tíðin, tá ið Jens Pauli var ungur, at gerast týðandi partur í upptøkunum. Stillmyndir í filmi eru altíð ein avbjóðing
Herluf Sørensen, myndamaður og produktiónsleiðari, sum tá arbeiddi í DR gjørdi myndaupptøkur í Keypmannahavn. Hann leikstýrdi undirritaðu, tá ið hon fór at heilsa upp á Edith Rohde, ungdómskærleikanum hjá Jens Paula.
At hesin partur var gjørdur var eitt serstakt ynski hjá Jens Paula. Hann bað meg fara til Keypmannahavnar og royna at fáa í lag eitt prát við Edith Rohde. Hann hevði ikki sæð hesa kvinnu, síðani tey sum blaðung høvdu dansað eina summarnátt í Føroyum. Tað var rørandi at síggja og hoyra hennari minni um Føroyatúrin fyri fleiri áratíggjum síðani,tá ið hon hitti unga mannin, sum var Jens Pauli.
Hon hevði ongantíð gloymt hann, men heldur ongantíð hitt hann aftur. Tey vóru bæði lærarar.
At klippa tilfarið læntu vit Jákup Heinesen, klippara frá Danmarks Radio. Hann var sera nærlagdur og gjørdi et gott arbeiði.
Jens Pauli segði á einum av fyrstu fundum okkara: ???Gulla vælsignaða gev mær ein lítlan. Ein til hvørt beinið???. Hetta fekk hann. Seinni var eitt glas av reyðvíni nokk. Í móti endanum av upptøkum var ikki neyðugt at styrkja seg við nøkrum.
Sterka kvinnan handan mannin, Maud Brimheim Heinesen, var kvinnan í hansara lívi. Hon gjørdist eisini góði viðspælarin. Jens Pauli segði ???Gulla ikki siga Maud, men ???Moud???.
Fíggjarliga grundarlagið í familjuni hvíldi fyri stórum part á Maud, sum um tað mundi var fyrisitingarleiðari i á Fróðskaparsetrinum.
Hon fortaldi, at listarliga arbeiðið hjá Jens Paula virdi hon høgt, og metti at tað hevði stóran týdning.
Jens Pauli fortaldi mær, at konen var honum holl, men eisini eitt sindur streng. So legði hann afturat. Kanska var tað neyðugt.
Um okkurt skal sigast, sum tit ikki vita frammanundan, so má tað vera, hví eg fór í gongd við hesa stóru verkætlan.
Drívmegin var at royna at skilja, hví ein lærari við læraraløn og pensión fer úr sínum borgarliga starvi fyri at skriva, yrkja og gera týðandi samfelagsviðmerkingar í heili 30 ár, uttan eitt fíggjarligt trygdarnet. Svarið kemur í filminum.
Jens Pauli sigur, at hann kundi ikki gera nakað munagott sum høvundi, uttan so, at hann fekk arbeiðsfrið fulla tíð at skriva, lesa og granska.
Tað framgongur í filminum, at hann ongantíð iðrari seg um avgerðina, hóast arbeiðsdagarnir ofta vóru langir og strævnir. Eisini var mangan einsligt. Hann vísti ongum síni avrik, áðrenn tey vóru givin út. Heldur ikki Maud, konuni, hóast hon eisini var skrivandi fólk. Hetta ljóðar løgið í dag, har ritstjórn er partur av flestu útgávum.
Tá ið eg setti mær fyri at lesa bøkurnar hjá Jens Paula, kom eg til eitt síðutal um 4.500 síður. Seinni er nógv lagt afturat.
Í føroyska Rithøvundasavninum er eitt yvirlit yvir bókaverkini hjá Jens Paula Heinesen. Hetta telir nógvar bøkur.
4 ferðir var hann heiðraður við M.A. Jacobsens heiðursløn
Í 1959 fyri ???Hin vakra kvirran (søgusavn).
Í 1969 fyri søgusavnið ???Aldurnar spæla á sandi???. Bókin er umsett til grønlendskt, íslendskt, norskt, svenskt og danskt.
Í 1973 fyri ???Frænir eitur ormurin???, har M.A. Jacobsens heiðurslønin varð latin fyri nýhugsan innan føroyskar bókmentir.
Í 1993 fyri bøkurnar undir heitinum ???Á ferð inn í eina óendaliga søgu
Við útgávuni av 3 bókini ???Leikur tín er sum hin ljósi dagur??? skaldsøga frá 1982 var henda tilmæld til Bókmentavirðisløn Norðurlanda ráðsins.
Í 1987 var hann enn einaferð tilmældur at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlanda ráðsins
Endiliga 1999 fekk Jens Pauli mentunarløn landsins. Hon kom bara nokso seint. - Upphæddin var og er enn 150.000 kr.
Hóast heiðurslønir v.m., so var ikki lætt hjá skrivandi fólki fyri tjúgu árum síðani at fáa eitt líkinda lønargrundarlag.
Jens Pauli segði, at hann sjálvur hevði valt hesi kor. Segði, at valið var tað rætta.
Føroyar eiga góðar høvundar, sum hava ríkað okkum við at skriva um føroyska samfelagi frá samtíðini, frá søgu okkara og við íblástri frá rákum uttanífrá.
Eg haldi, at Jens Pauli er millum okkara bestu við sínum stóra ískoyti til føroyskar bókmentir.
Jens Pauli hevur skrivað nógv við støði í nærsamfelagnum her vesturi. Ofta lyft upp til sosialar og sálarfrøðisligar lýsingar um fólk, lív og levnað her á staðnum.
Hann fortelur í filminum, at hann lesur nógv, og at hann lesur alla tíðina. Serliga er tað franski høvundin Marcel Proust og týska skaldið Thomas Mann, sum hava givið honum størsta íblásturin.
Heimsspekiligar viðmerkingar hjá Jens Paula lýsa væl upp í hansara skaldskapi. Ofta settar inn í ein føroyskan kontekst.
Síðani Jens Pauli var í hæddini er so nógv hent á tøkniliga økinum. At søkja sær vitan í dag er alnótan amboð hjá flest øllum skrivandi fólki. Tað verði seg málsliga og sum uppslagsverk.
Kappingin í dag um at verða hoyrdur er kortini størri enn nakrantíð.
Í dag kunnu høvundar og onnur yrkislistafólk søkja 3 ára listafólkaløn.
At Jens Pauli Heinesen í nógvum av sínum bókum møguliga er frammanfyri sína tíð, eru tað nøkur sum halda. Eg eri ein av teimum. Hetta sigi eg ikki sum fakfólk, men sum ein, sum hevur lisið bókmentir síðani eg dugdi at lesa.
Størsta virði, sum føroyskir høvundar hava latið til sínar eftirkomarar er teirra vitan, teirra leitan og gransking um kor og umstøður hjá fólki her á oyggjunum.
At vitanin verður latin í skaldsligan búna, ger allan munin.
Jens Pauli fór tíðliga heimanífrá. Bara 14 ára gamal fór hann til Havnar í skrivstovuarbeiði. Síðani á VBV, har preliminerprógv var lokið í 1950. Í 1952 fekk hann studentsprógv. Í studentaskúlanum fekk hann vinir fyri lívið. Læraraprógv fekk hann frá Emdrupborg Statsseminarium í Danmark í 1956.
Hetta við vinum í Føroyum frá studentaskúlanum setir hann ljós á í filminum, har flokkurin savnast heima hjá Margretu Balle, sum var einasta kvinnan í flokkinum. Hansara skúlafelagir vóru hansara lívsvinir- og lívsvitni.
Veitslan, sum var filmað, var gjørd til æru fyri síggjaran.
Jens Pauli tosaði nógv um sínar skaldavinir Tummas Napoleon Djurhuus og ??lavur Michelsen, sum fóru alt ov tíðliga.
Tungt at missa sínar skaldabrøður segði hann. Hann yngdist fleiri ár, tá ið hann tosaði um teir báðar og teirra felags áhuga fyri bókmentum. Teir kappaðust um, hvør dugdi best at skriva og yrkja.
At Jens Pauli søkti bókmentir á øðrum málum enn teimum norður-lendsku gjørdi mun.
Familjan Heinesen búði eitt ár í Spanien í sjeytiárunum, tá var ???Frænir eitur ormurin??? á skrivaraborðinum.
At læra eitt fólk um sín samleika er ein drúgv ferð gjøgnum dagar, ár og tíð. Tá ið alt er í broyting alla tíðina, so er ongin endi á hesum arbeiði
Tað sum Jens Paula Heinesen hevur latið okkum í sínum bókaverkum er eitt stórt ískoyti til, at vit kunnu kenna okkara søgu, og framhaldandi leita eftir okkara samleika.
Yvir hundrað fólk vóru við í verkætlanini at framleiða sjónvarps-sendingarnar um skaldið og høvundin Jens Paula.
Sjálv var eg í farlovi frá Almannaverkinum.
Við undirtøku frá familju, fakfólkum, tónleikarum, sjónleikarum og kórfólki, umframt játtandi myndugleikum og ikki minst Ivani Hentze Niclasen fingu vit hesa dokumentatión til høldar.
Sangurin ???Eitt dýpi av dýrari tíð??? í filminum bleiv til eina útseting fyri symfoniorkestur eftir danska komponistinum Søren Hyldgaard.
Innspæling varð gjørd í Prag. Síðani legðist kórpartur afturat við føroyska manskórinum við Bjarna Restorff sum kórleiðara.
Elin Brimheim Heinesen var solistur. Finnur Hansen, tónleikari og teknikari í sjónvarpinum setti verkið saman.
Í filminum kjakast fakfólk um dygdina í bókmentum hjá Jens Paula. Hesi vóru: Martin Næs, Jógvan Isaksen, Gunnar Hoydal, Malan Marnersdóttir, Heri Kragesten og Katrin Næs.
Metingar og meiningar vóru nógvar. Sum ikki fakfólk fari eg ikki nærri inn á henda partin. Eg minnist bara, at Martin Næs, landsbókavørður helt, at tað var ein skandala, at Jens Pauli ikki fyri lang síðani var á fíggjarlógini vegna hansara drúgva og viðkomandi arbeiði.
Eg havi altíð hildið, at Jens Pauli hevur ikki fingið ta viðurkenning, sum hann hevur uppiborið.
Í mai mánaði í ár hitti eg av tilvild Bergur Rønne Moberg, bókmenta- frøðing á flogtúri millum Vágar og Keypmannahavn. Vit hava ikki hitt hvørt annað fyrr, men fingu eitt langt prát um føroyskt mentunarlív.
Eisini fall prátið á Jens Paula Heinesen.
Hetta var áðrenn eg fekk áheitan um røðuna til Vestanstevnuna-/Seinsummardagin.
Bergur segði fyri mær, at hann metti Jens Paula vera ein av okkara fremstu stóru høvundum. Víðari segði hann, at hann metti ikki, at Jens Pauli fekk ta virðing, sum honum tilkom millum sínar samtíðarhøvundar og lærarar á studentaskúlanum. Hetta dámdi mær væl at hoyra. Tí nú var tað ein fakliga nýggjur bókmentafrøðingur, sum úttalaði seg.
Bergur vísti mær til vísindaliga bókaverkið ???Resten i Vesten???, sum hann hevur skrivað og útgivið í 2014. ??? Har framgongur, at Bergur Rønne Moberg metir Jens Paula at vera ein modernaðan høvund við stórum skaldsligum dirvi.
Bókin hjá Bergi er ein greining og viðgerð av altjóða bókmentum í vesturheiminum við plássi og viðgerð av 4 føroyskum høvundum, sum eru: William Heinesen, Jens Pauli Heinesen, Gunnar Hoydal og Jørgen Frants Jacobsen.
Nú fari eg skjótt at enda mína røðu.
Skal bara siga frá, at heimildarfólkini í familjuni hjá Jens Paula við beiggjanum Jóannesi Heinesen á odda gjørdu eitt umfatandi og virðiligt arbeiði at lýsa Jens Paula bæði sum familjumenniskja og skald.
Jens Pauli fekk somuleiðis nógvan kærleika og stuðul í filminum frá síni egnu familju. Hetta rørdi hann. Av tí sama gjørdist prosessin bæði viðkomandi og innilig. Familjan lat eitt stórt myndaarkiv at lýsa tíðina, tá ið Jens Pauli var ungur.
Fyri meg at síggja, so eru listafólkini ofta tey, sum siga tað, sum onnur kanska ikki fata fyrr enn seinni.
Kanska er tað tí, at takksemið ofta letur bíða upp á seg.
Takk fyri at tit lýddu á.
Framhaldandi gott seinsummar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald