Vinna

Guðrið og Mouritz eru ársins leiðarar

...

2016-01-30 17:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ársins Leiðarar 2016: Ársins almenni leiðari, Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands. Ársins privati leiðari, Mouritz Mohr, MEST.

TÍÐINDASKRIV FRÁ SYNERGI:


??ll kunnu tilnevnda kandiatar til heiðurin, ein dómsnevnd tekur endaligu avgerðina. Hetta er 12??? ferð, at Ársins leiðarar verða kosnir í Føroyum. Synergi samskipar tiltakið.

Innan tað almenna gjørdist Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands Ársins leiðari 2016.
Innan tað privata gjørdist Mouritz Mohr frá MEST, Ársins leiðari 2016.

Soleiðis sigur dómsnevndin

Ársins almenni leiðari Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands:

hevur, saman við starvsfólkunum, miðvíst og skipað ment ferðavinnuna munandi upp á stutta tíð.

er ein miðvísur "primus motor" innan marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland. Hon inndregur allar partar, bæði í vinnuni og á politiskum embætisstigi, soleiðis at ein savnandi samleiki og trúgv uppá føroyska ferðavinnu er blivin veruleiki.

krevur nógv av sær sjálvari, og er samstundis dugnalig at fáa tað allarbesta fram í sínum starvsfólkum við at geva teimum ábyrgd og at viðurkenna arbeiði, sum tey gera.

Ársins privati leiðari Mouritz Mohr, MEST:

flytur føroyska skipasmiðjur inn í framtíðina við festi í rótunum

hevur fingið góð fíggjarlig úrslit og megnar at taka av nýggjum møguleikum

er ein dugnaligur og fyrikomandi stjóri, sum tryggjar, at MEST er eitt gott og mennandi arbeiðspláss har fólkið trívist


DómsnevndinÍ dómsnevndini 2016 sita Jóannes Jacobsen, Fróðskaparsetur Føroya, Ragnar Joensen, Marine Harvest & Annika Sølvará, Granskingarráðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder