Hálvfinala, kvinnur:
Gudrid Nolsøe: Upp á tíðina vit eru við aftur
Fleyr - TB
Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað í fjør Fleyr at vinna steypakappingina, og hóast liðið er broytt nakað í ár, er málið hjá venjaranum at endurtaka bragdið frá í fjør. Men venjarin hjá Fleyr er ikki einsamallur um at hava tað ynskið. Tað vil venjarin hjá TB eisini
- Tað er eingin ivi um, at vit fara eftir sigrinum og finaluplássinum.
Tað siga bæði Romica ??ster og Gudrid Nolsøe, ávikavíst venjarar hjá Fleyr og TB, undan hálvfinalunum í steypakappingini, sum vera leiktar í høllini á Hálsi leygardagin.
Fyrr hevur tað verið soleiðis, at liðini hava vunnið sær pláss í steypafinaluni við at vinna vikuskiftiskappingarnar, og seinni eisini fyrru hálvu av landskappingini, men soleiðis er ikki longur. Nú er steypakappingin skipað sum ein innleiðandi bólkakapping, har fýra lið fara víðari í tvær hálvfinalur, og tað eru tær sum vera leiktar hetta vikuskiftið.
Í fyrru hálvfinaluni, sum verður leikt á taraflex-gólvinum í høllini á Hálsi, leygardagin klokkan 13, hittast greipuvinnararnir frá í fjør, Fleyr, og TB, sum aftur er farið at ota seg fram móti teimum allar ovastu liðunum í føroyskum kvinnuflogbólti.
Hóast Fleyr vann greipuna í fjør, ber ikki bara soleiðis til at gera tær til favorittar til sigurin, nú nýtt kappingarár er byrjað, tí liðið hevur mist fleiri av yngru stuðulsleikarum frá í fjør. Tað sæst eitt sindur á úrslitunum í landskappingini, har Fleyr liggur á 4. plássi, beint aftan fyri TB.
Góðar vónir báðumegin netið
Kortini hevur Romica ??ster, venjari, góðar vónir.
- Vit fara sjálvandi eftir sigrinum, og hóast vit í summar mistu fleiri leikarar, so haldi eg at vit hava ein góðan møguleika at vinna. Vit hava framvegis eitt gott lið, og vit fara at gera alt fyri at fáa sigurin, sigur Romica ??ster.
Hjá TB er ætlanin júst tann sama.
Gudrid Nolsøe, sum aftur í ár er venjari í barndómsfelagnum, er aftur at síggja á vøllinum, og tað er hennara greiða mál at fáa lið sítt í finaluna. Og hon hevur vónir um at tað fer at bera til. Hon hevur hetta kappingarárið fingið fleiri ???eldri??? leikarar aftur á vøllin, millum aðrar Helga Guttesen, sum fyrr spældi við SÍ.
- Eg haldi at vit hava eitt so gott lið, at vit saktans kunnu vinna okkum í finaluna, og tað fara vit at spæla eftir, sigur Gudrid Nolsøe.
Sjálvt um meistaraheitið er tað sum vanliga telur mest í ítrótti, so hevur steypafinalan í flogbólti tey seinnu nógvu árini verið tann einstaka hendingin, sum telur mest í vitskuni hjá fólki. Og tá tað gongur væl, t.d. í steypafinaluni, sæst tað aftur í undirtøkuni. Bæði á áskoðaraplássunum og í tali av leikarum.
Gudrid Nolsøe: Upp á tíðina vit eru við aftur
- Tað hevur stóran týdning fyri undirtøkuna hjá felagnum at tað gongur væl, so tað er ein orsøk til, at vit vilja í finaluna. Hin er sjálvandi, at nú halda vit tað vera uppá tíðina, at TB aftur verður millum tey bestu, sigur Gudrid Nolsøe.
Hjá Romica ??ster er støðan í roynd og veru tann sama. Fleyr livdi í nógv ár í skugganum av bygdafeløgunum, men í fjør brast endiliga fyri nev, tá liðið vann greipuna. Og júst sum hjá TB, hevur tað týdning at halda Fleyr frammi millum tey allarbestu, vísir venjarin á.
Skulu vit máta eftir úrslitunum higartil í ár, so er tað TB, sum hevur ein fyrimun. Liðini hava bara spælt einaferð móti hvørjum øðrum í landskappingini í ár, ta ferðina vann TB. Tær vunnu 3-1 á útivølli í Gundadalshøllini. Í steypakappingini vóru liðini í hvør sínum bólki.
Tí eru útlit til ein spennandi dyst um annað plássið í kvinnufinaluni.
Dystirnir eru hesir:
Kvinnur:
Kl. 13.00 Fleyr ??? TB
Kl. 15.00 SÍ ??? KÍF
Menn:
Kl. 17.00 ÍF ??? SÍ
Kl. 19.00 Fleyr ??? Ternan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald