Guðrið Hansdóttir á G!
Guðrið Hansdóttir spælir á G! 2015. Guðrið Hansdóttir er av royndastu og mest virknu føroysku sonkvinnum. Hon hevur síðan debutútgávuna í 2007 spælt seg langt inn í okkara hjørtu, har hon hevur tikið fastatøkur.
Við løgum á bæði føroyskum og enskum hevur hon ríkað tann føroyska sangskattin við rørandi og mjúkum popp-folk tónleiki við íblástri frá m.a. svenskum poppi og songkvinnuni Kate Bush.
??tgávurnar undir egnum navni eru fimm í tali, og seinasta útgávan í rekkjuni, 7??? plátan ???Living With You Is A Lot Like Dying???, er einki minnið enn eitt melankolskt meistarverk. Hennara gandakenda rødd og inniligu sangir gera Guðrið til ein av bestu føroysku sangarum og sangskrivarum. Bæði einsamøll, og sjálvandi eisini í duettini BYRTA.
Seinasta framførsla hennara í Gøtu var til tiltakið HOYMA, har hon og gittarleikarin Bartal Augustinussen hugtóku við einum akkustiskum setti. Guðrið hevur eisini lagt leiðina út í heim. Seinast við einum serstakliga væleydnaðum solo-túri í gjøgnum Týskland, og vit gleða okkum til hon leggur leiðina fram við G! aftur.
G! Festivalurin verður 16.-17.-18. juli. Tað er frammanundan greitt, at At The Gates, Jamie Woon, Tinganest, Høgni, Analogik, Conny Jazz, Gluteus Maximus, Kiasmos, Eivør, Teitur, Marius Ziska, Punjab og Ranchus verða millum nøvnini á ársins G! Komandi mánaðin verður bróðurparturin av skránni til G! 2015 avdúkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald