Í gjár var fyrsta kappingin á skránni, tá var kappast í einkulstarti á einum teini, sum er 29 km. Tað var Guðmundur Joensen, ið vann kappingina í gjár. Nummar tvey var Jóanis Albert Nielsen og Dávur Magnussen gjørdis nummar 3 út av 12 luttakarum.
Í dag stillaðu 10 mans til start, í dag var teinurin 73 km langur, úr Havn til Kaldbak, eftir Oyggjavegnum aftur til Havnar, har leiðin síðani gekk á Gomulrætt at venda, fyri síðan at súkkla aftur til Havnar, har mállinjan var í dag.
Súkklarnir fylgdust til Kaldbaksbotn, har Gunnar Dahl Olsen fór frá hinum, feltið lat hann fara, fyri síðani at fanga hann aftur seinni, niðan á Oyggjavegin fingu so Dávur Magnussen, Guðmundur Joensen, Hilmar Hansen og Bogi Kristiansen, Gunnar aftur.
Tá teir fimm høvdu vent á Gomlurætt, fekk so Guðmundur hol til hinar fýra, og vann dagsins tein, Bogi gjørdist nummar tvey, og Dávur kom aftur á mál, sum nummar trý í dag.
Í morgin er býrarkoyring á skránni.
Myndirnar hevur Elsa Berg tikið fyri jn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald