Ítróttur

Guðmundur Joensen vann sannførandi

...

2015-03-17 18:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vár var í luftini tá menn løgdu til brots í gjár. Heili 13 hitastig við Plantusøluna í Hoydølum. Eftirsum einasti kappsúkklandi eysturoyingur í løtuni ikki luttók, bleiv rutan broytt nakað.

Eftir ætlan skuldi súkklast úr Havn til Selatrað, Runt Agnið, og so á mál við Effo-støðina í Runavík, men rutan bleiv sum sagt broytt, og koyrt bleiv ístaðin gjøgnum Kaldbakstunnilin, til Saksun, og síðan suður aftur gjøgnum Sundalagið, og eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Málið var við Plantusøluna, men koyrt bleiv ikki beint á mál, tá komið var oman av Oyggjarveginum. Luttakararnir skuldu fyrst eftir Eystara Ringvegi, eftir Strond og yvir til Skansan, har vent bleiv. So gekk leiðin aftur eftir Strond, og so á mál við Plantusøluna. Opin bólkur koyrdi í alt umleið 105 km.

Motionistar koyrdu ein nakað styttri tein. Koyrt bleiv úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin til Áir, har vent bleiv. Koyrast skuldi sama tein heim aftur. Tá komið var til Havnar gekk leiðin so niðan til rundkoyringina við Svimjihøllina, eftir Eystara Ringvegi, eftir Strond til rundkoyringina við Skansan og so á mál við Plantusøluna.

Motionistar koyrdu í alt umleið 70 km. Ongin bjóðaði Jan Hjaltalin Olsen av, og var hann einasti luttakari í hesum bólki.

Í Opna bólkinum vóru fýra luttakarar. Guðmundur Joensen, Dávur Magnussen, Sverri M. Edvinsson og Gunnar Dahl-Olsen.

Undanvindur var norður gjøgnum Sundalagið, og tí gekk ikki nógv meira enn ein tími áðrenn menn vendu í Saksun. Allir fylgdust. Tað gjørdu teir eisini tá vent var og leiðin gekk gjøgnum Hvalvík og út aftur á landsvegin. Nú føldist vindurin - ella mótvindurin. Ferðin fór nógv niður og tað skuldi traðkast hart í pedalirnar fyri at vinna vegin fram. Niðan úr Hósvík misti Sverri feltið, og tað bleiv so til ein solo-túrur hjá Sverra, allan vegin frá Hósvík og til Havnar.

Hinir fylgdust, men við rundkoyringina í Kollafirði megnaði heldur ikki Gunnar at fylgjast við teimum ungu. Hinvegin so gekk væl hjá Dávur, ið megnaði at halda Guðmundur skák leingi. Guðmundur er aftur í stórformi, og tí var tað eitt flott avrik hjá Dávur, at hann megnaði at halda tørn so leingi. Hann misti nakað á veg niðan móti Hundsarabotni, tá Guðmundur setti ferð á. Kortini gav Dávur ikki upp, og lá leingi bert 30 sekund aftan fyri Guðmundur. Móti endanum á kappingini setti Guðmundur ferðina upp, og megnaði at vinna tryggan sigur, og vann kappingina við smáum tveimum minuttum.

??rslit, Opin bólkur, 105 km:

1. Guðmundur Joensen, 3 tímar 8 minuttir og 59 sekund

2. Dávur Magnussen, 3.10.42

3. Gunnar Dahl-Olsen, 3.23.31

4. Sverri M. Edvinsson, DNF


??rslit, motionistar, 70 km:

1. Jan Hjaltalin Olsen, 2.28.30


Kelda: tsf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder